Taka undir við andstøðuuppskoti um sorgarfarloyvi

Taka undir við andstøðuuppskoti um sorgarfarloyvi
Vinnunevndin heldur tó ikki, at sorgarfarloyvi skal vera í Barsilsskipanini, men landsstýrið skal koma við eini skipan, sum tryggjar dagpengar
Djóni Nolsøe Joensen í Javnaðarflokkinum eigur uppskotið um sorgarfarloyvi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.04.2021 - 08:58

Tað óvanliga er hent í løgtinginum, at samgongan tekur undir við einum uppskoti hjá einum andstøðutingmanni.

Øll í Vinnunevndini taka undir við uppskotinum til samtyktar hjá Djóna Nolsøe Joensen í Javnaðarflokkinum um at geva foreldrum sorgarfarloyvi, sum missa eitt barn, áðrenn tað er myndugt.

Nevndin heldur tó ikki, at sorgarfarloyvi skal vera í Barsilsskipanini, sum skotið verður upp í uppskotinum. 

Vinnunevndin hevur eitt broytingaruppskot, sum biður landsstýrið koma við einari skipan um sorgarfarloyvi til foreldur, sum missa barn, og tryggja teimum dagpengar, meðan tey eru í farloyvi.

Uppskot um barnaváttan fall

Verri gekst við einum øðrum uppskoti hjá Djóna Nolsøe Joensen. Uppskotið um barnaváttanir fall í tinginum í gjár.

Grundgevingin var tann vanliga hjá samgonguni. Hon er, at landsstýrið arbeiðir við málinum, og eitt uppskot um barnaváttanir kemur haðani eftir ólavsøku.

Ein barnaváttan er ein víðkað revsiváttan, har upplýst verður, um fólk, sum arbeiða við børnum undir 15 ár, eru dømd fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á børn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681