Støðan er góð, men verri enn í 2007

Støðan er góð, men verri enn í 2007
Landsbankin hevur skrivað frágreiðing um fíggjarliga støðufestið
Sum nú er, tykist korona at hava verið sum ein fyribils stoytur, heldur enn ein kreppa, sigur Landsbankin
 
20.04.2021 - 09:32

Hóast støðan hjá landskassanum í løtuni er góð, er hon í roynd og veru verri, enn hon var í 2007, beint áðrenn fíggjarkreppan rakti.

Sum nú er, tykist korona at hava verið sum ein fyribils stoytur, heldur enn ein kreppa.

Men verður ein slíkur stoytur størri og longri, er vandi fyri, at Føroyar verða niðurrataðar eins og í 2011, tá landskassin í sambandi við fíggjarkreppuna fleiri ár á rað hevði hall í fíggjarlógini. 

Tað sigur Landsbankin í ársfrágreiðing sínari um fíggjarligt støðufesti.

Men samanumtikið eru ikki tekin um, at váðar, sum kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið, í løtuni eru í umbúna í føroyska búskapinum og bankageiranum. 

Nettoognin eigur at vera størri

Men skulu Føroyar ikki hava verri rating í sambandi við eina komandi niðurgongd, skal nettoognin vera nógv størri enn hon var í 2007, tað vil siga nógv størri enn null kr., sigur Landsbankin.

Bæði fyri kreppurnar í 90unum og í 2008 vuksu útlánini skjótari enn búskapurin. Veksa útlánini skjótari enn búskapurin, kann tað vera eitt tekin um fíggjarligan óstøðugleika. 

Men síðani eru útlánini ikki vaksin so skjótt sum búskapurin, sigur Landsbankin.

Hetta kann partvíst skyldast, at kapitalkrøvini, sum bankarnir skulu lúka, eru herd, og at fyritøkurnar eru so mikið væl fyri í dag, at eftirspurningurin eftir fígging er lítil, heldur Landsbankin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050