Negativ renta: Hava innlán í fleiri peningastovnum

Negativ renta: Hava innlán í fleiri peningastovnum
Lítið bendir tó á, at føroyingar taka pengar út, nú teir skuldu gjalda negativa rentu, sigur Landsbankin
Nú peningastovnarnir eru farnir at krevja negativa rentu, eru summir kundar farnir at gjald skuld skjótari. Henda myndin er úr Norðoya Sparikassa
 
19.04.2021 - 13:35

Summir kundar í peningastovnum hava breitt síni innlán út á allar fýra peningastovnarnar í landinum, nú negativ renta er komin.

Tað skrivar Landsbankin. 

Eisini hava summir kundar avgjørt at gjalda skuld skjótari niður.

Tað er tó lítið, sum bendir á, at føroyingar taka pengar út, nú teir skuldu gjalda negativa rentu, sigur Landsbankin. 

Fyri fíggjarliga støðufestið er tað sum so ikki ein váði, at rentan er lág. Tað kostar peningastovnunum at seta pening í Tjóðbankan, men hendan kostnaðin fáa peningastovnarnir fyri ein part rindað sjálvir við at krevja negativa rentu frá kundunum, skrivar Landsbankin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050