KÍ og NSÍ bresta saman í steypakappingini

KÍ og NSÍ bresta saman í steypakappingini
Stórdystur verður í Klaksvík í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, har KÍ tekur ímóti NSÍ. Átta dystir eru á skránni í dag
KÍ-liðskiparin, Jákup B. Andreasen, og liðfelagarnir taka ímóti NSÍ í dag
 
18.04.2021 - 12:23

Steypabrak verður í 1. umfari av kappingini um Løgmanssteypið í dag, tá KÍ og NSÍ hittast við Djúpumýru í Klaksvík.

Í fjør vóru klaksvíkingar varpaðir úr kappingini í 1. umfari móti HB í Klaksvík, og teir fara ivaleyst at leggja nógv fyri ímóti NSÍ, sum teir vunnu ímóti í 2. umfari í Betri-deildini.

Steypavinnarin til Trongisvágs

HB, sum vann steypafinaluna í fjør, byrjar sína verju á útivølli ímóti TB, og á Svangaskarði tekur B68 ímóti EB/Streymi. Átta dystir verða spældir í 1. umfari í dag, og teir eru hesir:

14.00 TB-HB
14.00 B71-MB/Undrið
15.00 B68-EB/Streymur
15.00 B36-AB
15.00 KÍ-NSÍ
15.00 07 Vestur-FC Hoyvík
15.00 ÍF-FC Suðuroy
15.00 Víkingur-Skála

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275