Ferðslan øktist í mars

Ferðslan øktist í mars
Tað koyrdu í miðal 422 fleiri bilar í Eysturoyartunlinum hvønn dag í mars enn tað gjørdu í februar
 
12.04.2021 - 10:24

Í mars koyrdu í miðal 4.297 akfør ígjøgnum Eysturoyartunnilin hvønn dag í mánaðinum, vísa tøl hjá Tunnilsfelagnum.

Í februar koyrdu í miðal 3.875 bilar ígjøgnum Eysturoyartunnilin, sum eru 422 færri hvønn dag samanborið við mars.

Í prosentum koyrdu 10,9 prosent fleiri akfør ígjøgnum Eysturoyartunnilin í mars enn tað gjørdu í februar.

Tað er tó eitt fitt petti eftir til tølini fyri januar, tá tað var ókeypis at koyra ein part av mánaðinum.

Í januar koyrdu í miðal 4.667 akfør ígjøgnum Eysturoyartunnilin um dagin, vísa tølini hjá Tunnilsfelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050