Treytin er at spreingileidningar ikki dálka

Treytin er at spreingileidningar ikki dálka
Kunoyar kommuna hevur fingið umhvørvisgóðkennning at lata 10.000 rúmmetrar av gróti á sjógv í Haraldssundi
Bátahylurin er nakað norðan fyri byrgingina um Haraldssund.
 
02.04.2021 - 13:12


Spreingileidningar úr plasti kunnu hava týðandi árin á umhvørvið.

Tí skal Kunoyar kommuna hava umhvørvisgóðkennning at lata 10.000 rúmmetrar av gróti á sjógv í Haraldssundi.

Og hesa umhvørvisgóðkenning hevur kommunan fingið frá Umhvørvisstovuni.

Kunoyar kommuna ætlar at brúka grót úr tunlunum norður um fjall til eina útfylling, sum er 1.350 fermetrar.

Fylt verður út norður úr økinum, har sum verandi bátahylur er, okkurt um 45 metrar, og 30 metrar út frá verandi sjóvarmála, út á sjey metra dýpi.

Frætti um útfylling í fjølmiðlunum

Umhvørvisstovan frætti í fjølmiðlunum, at Kunoyar kommuna ætlaði at gera útfyllingina.

Umhvørvisstovan boðaði kommununi frá, at hon skuldi hava loyvi til tílíkt arbeiði.

Kommunan søkti um loyvi og hevur nú fingið umhvørvisgóðkennning.

Í umhvørvisgóðkenningini hevur Umhvørvisstovan treytir um, hvussu arbeiðið skal gerast, serliga um mannagongdir, sum skulu fyribyrgja, at spreingileidningar enda í náttúruni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944