Metingin um árin á umhvørvið hjá myllum góðkend

Metingin um árin á umhvørvið hjá myllum góðkend
Óljóðið er oman fyri galdandi markvirði í parti av ávísum økjum, sum eru løgd út til bústaðar- og frítíðarendamál. Vindrøkt hevur fingið treytir
Gellingarklettur.
 
02.04.2021 - 15:26

Óljóðið er oman fyri galdandi markvirði í parti av ávísum økjum, sum eru løgd út til bústaðar- og frítíðarendamál í byggisamtyktini hjá Tórshavnar kommunu. 

Har hevur Vindrøkt fingið treytir.

Men annars eru vindmyllurnar, sum Vindrøkt hevur søkt um at byggja á Gellingarkletti í Hoyvíkshaga, ikki til ampa fyri umhvørvið, verða treytirnar, sum Umhvørvisstovan setir, hildnar.

Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina hjá Vindrøkt á Gellingarkletti.

Við treytum

Treytir eru tó settar, so árinini á fugl minka, og eftirlit skal vera við fugli í økinum við vindmyllurnar. 

Avgerðin um umhvørvisgóðkenning kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum í seinasta lagi 28.apríl. 

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878