Bíligari hjá landinum at keypa koronukanningar

Bíligari hjá landinum at keypa koronukanningar
Koronukanningarnar, sum Thetis og Smyril Line gera fyri Heilsumálaráðið, eru vorðnar 24 krónur bíligari
Fólk, sum koma til Føroya, skulu kannast fyri koronu í tríggjar mánaðir afturat.
 
02.04.2021 - 15:34

Koronukanningarnar, sum Thetis og Smyril Line gera fyri Heilsumálaráðið, eru vorðnar 24 krónur bíligari.

Í sáttmálunum, sum Heilsumálaráðið nú hevur gjørt við Thetis og Smyril Line um koronukanningar, kostar hvør kanning 288 krónur.

Í sáttmálunum, sum vórðu gjørdir í desember í fjør, kostaði hvør kanning 312 krónur.

Øll, sum koma til Føroya, skulu framvegis kannast fyri koronu. Hetta er galdandi til 30. juni í ár.

Fólk skulu gjalda 312 krónur fyri hesa kanning. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130