KÍ-spælarar á landsliðnum fyri fyrstu ferð

KÍ-spælarar á landsliðnum fyri fyrstu ferð
Lene Terp, venjari hjá landsliðnum við kvinnum, hevur sent boð eftir 27 spælarum til venjingarlegu í Føroyum í apríl
Venjaratoymið hjá landsliðnum við kvinnum hevur úttikið lið til venjingarlegu
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
30.03.2021 - 09:12

Hervør Olsen og Tóra Mohr úr KÍ eru tiknar út til føroyska landsliðið fyri fyrstu ferð, skrivar fsf.fo.

Landsliðsvenjarin, Lene Terp, hevur sent boð eftir 27 spælarum til venjingarlegu í Føroyum frá 7. til 10. apríl. 

Tær báðar úr KÍ hava verið alsamt meir sjónskar á føroyameistaraliðnum, og hava eisini umboða Føroyar á ungdómslandsliðum.

Venjingarlegan er fyri spælarar í heimligu kappingini, og harumframt verður Ásla Johannesen, sum dagliga býr og spælir í Danmark, eisini við á leguni, tí hon er heima í Føroyum á páskum.

Hópurin til venjingarleguna:

Ásla Johannesen, FC Nordsjælland
Jacoba Langgaard, B36
Olga Kristina Hansen, B36
Valborg Østerø, B36
Emma Hansdóttir, B36
Rakul Maria Johannesen, B36
Julia Helena Henriksen, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Sara Samson Lamhauge, HB
Jónvá Hentze, HB
Sarita Maria Mittfoss, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Sanna Svarvadal Jacobsen, KÍ
Hervør Olsen, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Margunn Lindholm, NSÍ
Monika Sumberg Samuelsen, NSÍ
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Anna Sunadóttir Hansen, EBS/Skála
Marita á Fríðriksmørk, Víkingur
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Maria á Lakjuni, Víkingur
Hanna Isaksen Højgaard, Víkingur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275