Earth Hour: Nógv fleiri sløktu ljósið í fjør

Earth Hour: Nógv fleiri sløktu ljósið í fjør
Tað merktist tó væl á elframleiðsluni hjá SEV, at Tími jarðarinnar var í gjárkvøldið
Elframleiðslan hjá SEV minkaði nógv í gjárkvøldið, tá heitt varð á fólk um at sløkkja eina løtu
Mynd: Savnsmynd  
 
28.03.2021 - 12:57

Tað merktist týðiliga hjá SEV, at fleiri kommunur í landinum sløktu gøtuljósini og at heitt varð á fólk um at sløkkja ljósið ein tíma í gjárkvøldið.

Elframleiðslan hjá SEV minkaði 3,5 Megawatt í gjárkvøldið tá fleiri kommunur heittu á fólk um at sløkkja ljósið frá 20:30 - 21:30.

Fleiri sløktu í fjør

Kortini vóru tað nógv fleiri sum sløktu ljósið til Tíma jarðarinnar í fjør, tá elframleiðslan hjá SEV minkaði við 4,78 Megawatttímum. Fyrraárið minkaði elframleiðslan 1,65 Megawatttímar.

Hjá teimum, sum hóast alt høvdu ljósið og eltól tendrað hendan tíman frá 20:30 - 21:30 í gjárkvøldið, var elorkan, sum SEV framleiddi, 82 prosent burðardygg.

Tími jarðarinnar, ella Earth Hour, sum hann nevnist úti í heimi, varð fyrsti ferð hildin í Avstralia í 2007 fyri at varpa ljós á veðurlagsbroytingarnar í øllum heiminum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878