- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirlit: Hesi fingu FMA-virðislønirnar 2021
Árligu tónleikavirðislønirnar, Faroese Music Awards, vórðu latnar í sjónvarpssending í gjárkvøldið. 14 virðislønir vórðu latnar, har tann størsta er Ársins tónleikaheiður.
Í ár fær vágbingurin, Robert McBirnie, ársins tónleikaheiður, tí hann í meira enn 60 ár hevur virkað sum tónleikari, sangari og undirhaldari á føroyska tónleikapallinum.
Sjálvur visti Robert McBirnie av ongum, tá hann fyrr í vikuni varð boðsendur at syngja á einari móttøku í Mentamálaráðnum, og landsstýrismaðurin tók hann á boli, og fortaldi honum, at hann í ár fær Ársins tónleikaheiður.
SÍ ALLA SENDINGIN HER: FMA 2021
Yvirlit: Hesi fáa FMA-virðislønir í ár
▪ Ársins kvinnuligu sangari: Eivør
▪ Ársins mannligi sangari: Teitur
▪ Ársins útgáva: Modern Era - Teitur
▪ Ársins sangur: Kanska - Einangran
▪ Ársins sangari ella einleikari: Jákup Lützen
▪ Ársins útgáva: Kata - 1902
▪ Ársins kompositión: Bei eftir Konsørn (video)
▪ Ársins nýggja navn: Brimheim
▪ Ársins videolag: Sleep on it hjá Eivør
▪ Ársins framleiðari: Høgni Lisberg og James Thomas fyri Within a man
▪ Ársins tekstur: Mánasegl eftir Marjuna Syderbø Kjelnes
▪ Ársins húsi: Eivør eftir Snorra Eldjarn Snorrason
▪ Ársins áhoyraravirðisløn: Hallur Joensen