"Lítli fuglur" er ársins útvarpshitt 2020

"Lítli fuglur" er ársins útvarpshitt 2020
Lív Næs og Tróndur Enni syngja sangin, sum er týddur úr norskum
Lív Næs og Tróndur Enni
 
05.03.2021 - 09:58

Sangurin "Lítli Fuglur" er Ársins Útvarpshitt 2020. Tað var avdúkað í morgunsendingini  í útvarpinum í morgun.

Tað eru tey bæði Lív Næs og Tróndur Enni, sum syngja og spæla. Sangurin er týddur úr norskum. Tilsamans 11.847 fólk hava atkvøtt um Ársins Útvarpshitt.

1.292 atkvøður

Fyrst vóru 36 sangir í uppskoti í undanumfari. Mikudagin á middegi vórðu 10 teir fremstu valdir í finaluumfar, sum so endaði í morgun.

Í finaluni fekk "Lítli Fuglur" flestar atkvøður. Hann fekk 1.292 atkvøður. Nummar tvey var Ronnie við sanginum "Bygdafrell", ið fekk 1082 atkvøður.

Á triðja plássi vóru Stongum & Guttesen við sanginum "Rumbuldós", íð fekk 792 atkvøður. "Eg uttan teg" við Bárði á Lakjuni var á fjórðaplássi við 786 atkvøðum.

Her er atkvøðubýtið í prosentum um ársins útvarpshitt 2020:

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155