Áskoðarar sleppa til dyst, men treytir fylgja við

Áskoðarar sleppa til dyst, men treytir fylgja við
Áskoðarar sleppa til dyst í Betrideildini, sum byrjar um vikuskiftið, men treytir fylgja við. Millum annað skulu ikki fleiri enn 100 fólk sita saman
KÍ viðhaldsfólkini í Gundadali til sonevnda gulldystin móti B36 í 2019.
 
02.03.2021 - 15:57

Áskoðarar sleppa at hyggja at sínum liðum, tá Betri-deildin verður bríkslað í gongd um vikuskiftið, men treytir fylgja við.

Fótbóltssamband Føroya hevur saman við koronuráðgevingini gjørt leiðreglur, sum seta krøv til bæði áskoðarar og heimalið.

Hesar reglur skulu fylgjast, sigur FSF.

Reglurnar siga millum annað, at heimaliðið hevur ábyrgd av at skipa áskoðararnar í bólkar upp á í mesta lagi 100 fólk. Bólkarnir skulu hava egna inngongd, útgongd og atgongd til vesi, og áskoðararnir skulu halda seg til sama bólk allan dystin.

Annað hvørt stólarað skal standa tómt, og ein stólur skal vera ímillum hvønn áskoðara. 

Eisini skal heimaliðið seta ein trygdarovasta, sum hevur ábyrgdina av at tryggja, at leiðreglurnar verða fylgdar.

Betrideildin byrjar leygardagin, tá EB/Streymur tekur ímóti ÍF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212