Føroyar (aftur) koronufríar

bannari
Føroyar (aftur) koronufríar
Nú er koronusmittan ikki í Føroyum. Tann seinasti, sum hevði smittuna, er frískur, og eingin tilburður varð staðfestur í gjár
 
26.02.2021 - 11:01

 Tað vóru frálík boð at fáa, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Hann leggur kortini dent á, at um vit vilja varðveita góðu støðuna, mugu vit framhaldandi ansa eftir. Koronasmittan kann bæði skjótt og brádliga taka dik á seg aftur.

Við útlitum fyri, at flest øll verða koppsett um tríggjar mánaðir, snýr tað seg um at halda fram við at taka neyðug fyrivarni.

658 tilburðir staðfestir tilsamans

Vit hava stórt sæð livað frítt og frælst í Føroyum, men kortini eru nakrar fáar avmarkingar eftir. Vit í landsstýrinum hyggja í løtuni eftir, hvørji stig eiga at verða tikin komandi mánaðirnar í mun til galdandi tilmæli.

– Við ongum smittaðum í løtuni og útlitunum fyri, at fleiri og fleiri verða koppsett, er grundarlag fyri at gera nakrar tillagingar. Seinni í komandi viku fara vit at kunna um ætlaðu broytingarnar, vísir løgmaður á.

Hetta er fyrstu ferð síðani 3. juli í fjør, at eingin koronusmitta er í Føroyum, skrivar løgmaður. Tilsamans 658 fólk hava fingið staðfest smittuna í Føroyum síðani fyrsta tilburðin 4. mars í 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155