- Tíðindi, mentan og ítróttur
Erla Kongsdóttir siglir ikki fyribils
Erla Kongsdóttir siglir ikki fyribils
Ein rútur er farin á avloysaraskipinum
23.02.2021 - 09:05
Erla Kongsdóttir siglir ikki meira í dag. Orsøkin er, at enn ein rútur er farin. Strandferðslan skrivar, at vegna serligar umstøður er eingin sigling á nólsoyarleiðini í løtuni.
Arbeitt verður verður við einari loysn. Sambært umboði fyri Strandferðsluna, er tað bara Hilmar Eliasen, stjóri, sum úttalar seg.
Vit royna í løtuni at fáa eina samrøðu við Hilmar Eliasen.
Soleiðis sær brotnaði rúturin út. (Mynd: Leif Hansen)Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV