- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samband aftur millum partarnar
Samband er aftur millum sálarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið um verkætlanina um ókeypis sálarhjálp, sum skuldi verið farin í gongd í november í fjør.
Tann 11. februar boðaði Fíggjarmálaráðið annars frá, at samráðingarnar vóru slitnaðar, tí partarnir vóru ov langt frá hvørjum øðrum.
Annika Helgadóttir Davidsen, forkvinna hjá sálarfrøðingunum segði tá, at hon var ikki heilt greið yvir, hvussu hetta skuldi skiljast.
Kaj Leo Holm Johannsen, landsstýrismaður í heilsumálum, varðar av verkætlanini, og hann segði við útvarpið tann 12. februar, at hann fór ikki at góðtaka, at verkætlanin dettur niðurfyri.
Sálarfrøðingarnir hava síðani sent eitt nýtt uppskot til sáttmála til Fíggjarmálaráðið, upplýsti Annika Helgadóttir Davidsen fyri útvarpinum leygardagin.
Jan Mortensen, stjóri í lønardeildini, vil ikki gera viðmerkingar til málið, men váttar, at samskifti aftur er millum partarnar.