- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sambandsflokkurin afturgongd
Sambandsflokkurin hevði havt stóra afturgongd um Fólkatingsval var í dag, tað skrivar in.fo.
Ein veljarakanning hjá spyr.fo, sum varð gjørd mikudagin gevur Sambandsflokkinum 21,4 prosent, sum er ein afturgongd upp á 6,9 prosent.
Hetta merkir, at Sambandsflokkinum - sum var størsti flokkurin á seinasta fólkatingsvalið, kanska missir annan fólkatingssessin skrivar in.fo.
Fólkaflokkinum fær í kanningini 21,4 prosent. Tað er ein afturgongd í mun til fólkatingsvalið í 2019, tá Fólkflokkurin fekk 23,8 prosent. Tað er ein afturgongd upp á 2,3 prosentstig.
Javanaðarflokkurin fær í kanningini 29,4 prosent. Tað er ein framgongd upp á 3,8 prosent í mun til seinasta fólkatingsval í 2019 - og harvið verður Javnaðarflokkurin 8 prosentstig framman fyri Fólkaflokkin og Sambandsflokkin.
Sambært kanningini hjá spyr.fo eigur Javnaðarflokkurin altso tað eina fólkatingsumboðið, meðan tað stendur á jøvnum millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin um nummar tvey.
Tjóðveldi er í kanningini bert er 0,6 prosentstig aftanfyri Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Havandi hagfrøðiligu óvissuna í huga, er ilt at siga, hvør av teimum trimum flokkunum hevði vunnið seinna fólkatingsessin um val var í dag, skrivar in.fo.