- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu sita í varðhaldi fýra vikur aftrat
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/foroya_raettur_1.png?itok=3_E2nnc6)
Fýra menn hava fingið fýra vikur afturat hvør í varðhaldi. Tríggir teirra eru í varðhaldi í Danmark og ein í Føroyum.
Tveir játtaðu sjálvbodnir uttan rættarfund, at varðhaldsfongslingin heldur fram.
Í morgun var rættarfundur um hinar báðar. Annar tók við úrskurðinum um varðhaldsfongsling. Hin kærdi til Eystara landsrætt.
Tríggir hava sitið síðani 21.januar og tann fjórði síðani 12.januar.
Skuldsettir fyri frælsistøku
Menninir eru skuldsettir fyri avnoyðslu og frælsistøku við tí endamáli at fáa vinning burturúr.
Tveir eru harafturat skuldsettir fyri at hava rúsevni í varðveitslu.
Menninir, tríggir føroyingar og ein dani, eru 23, 24, 28 og 46 ára gamlir.
Menninir eru skuldsettir fyri avnoyðslu og frælsistøku, tí teir skulu hava tikið ein mann inn í ein bil í Havn og sagt, at hann skyldaði teimum pengar. Skuldin var 300.000 kr.
Menninir nokta seg sekar í skuldsetingunum.