- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur stjóri á Dátueftirlitinum
Nýggjur stjóri á Dátueftirlitinum
Katrin Thorsvig Hansen tekur við starvinum 1. mars
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/katrin-1.jpg?itok=tbEX-HCJ)
Katrin Thorsvig Hansen er nýggjur stjóri á Dátueftirlitinum
19.02.2021 - 15:42
Katrin Thorsvig Hansen verður nýggjur stjóri á Dátueftirlitinum.
Katrin Thorsvig Hansen er útbúgvin løgfrøðingur, og hevur viðkomandi royndir á persónsupplýsingarøkinum, sigur Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.
Nýggi stjórin á Dátueftirlitinum var samráðingarleiðari hjá danska Løgmálaráðnum, tá ið samráðingar vóru um nýggju ES-Persóndátufyriskipanina - eisini nevnd og stytt GDPR.
Hon hevur eisini havt ein týðandi leiklut í arbeiðinum at orða nýggju dátuverndarlógina í Føroyum, sum kom í gildi um ársskiftið.
Seinasta mánaðirnar hevur Katrin Thorsvig Hansen verið virkandi stjóri á Dátueftirlitinum. Hon byrjar í starvinum 1. mars.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV