- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj eltrygdarlóg á veg
Nýggj eltrygdarlóg á veg
Endamálið við lógaruppskotinum er at broyta løggildingarskipanina frá eini persónligari løggilding til eina fyritøkuløggilding
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/project_hotel_hilton-5.jpg?itok=Wn6VY-Rk)
Galdandi lóg um eltrygd er frá 1993, og bara smávegis broytingar eru gjørdar síðani
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
19.02.2021 - 09:30
Ein nýggj eltrygdarlóg er á veg.
Uppskotið kom í løgtingið í gjár.
Neyðugt er at tryggja, at tann, sum fæst við elektriskan útbúnað og elektriskar innleggingar, hevur neyðugar førleikar og nøktandi kunnleika um tær fyriskipanir, sum verða nýttar fyri elektriskan útbúnað, elektriskar innleggingar og tilfar, stendur í viðmerkingunum um lógaruppskotið, sum er úr Vinnumálaráðnum.
Lóg frá 1993
Galdandi lóg er frá 1993, og bara smávegis broytingar eru gjørdar síðani.
Endamálið við lógaruppskotinum er at broyta løggildingarskipanina frá eini persónligari løggilding til eina fyritøkuløggilding.
Samstundis er komið eitt lógaruppskot um løggilding.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV