Nettoskuld landskassans 600 mió. kr.

Nettoskuld landskassans 600 mió. kr.
Gjaldførið er so gott, at væntandi fer landskassin at rinda lánsbrævaskuldina niður í summar, sigur Landsbankin
Landsbankin væntar, at landskassin fer at gjalda lánsbrævaskuld niður í summar
 
19.02.2021 - 10:09

Nettoskuldin hjá landskassanum var 600 mió. kr., tá 2020 endaði.

Árið fyri var nettoskuldin 200 mió. kr.

Við ársenda 2020 var lánsbrævaskuld landskassans 5,3 mia. kr. Samstundis var gjaldførið hjá landskassanum 4,7 mia. kr. 

Nettoskuldin, skuldin minus gjaldførið, var 600 mió. kr. við ársenda 2020. 

Við ársenda 2019 var lándsbrævaskuldin hjá landskassanum 3,7 mia. kr. og gjaldførið 3,5 mia. kr, tað er, at nettoskuldin var 200 mió. kr.

Miðalrentan á landskassalánunum er nú 0,51 prosent. Í 2011 var miðalrentan 3,04 prosent.

Næsta lán hjá landskassanum fellur til gjaldingar í juni og er 1,35 mia. kr. 

Gjaldførið er so gott, at væntandi fer landskassin at rinda lánsbrævaskuldina niður í summar, sigur Landsbankin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949