- Tíðindi, mentan og ítróttur
Freistin at søkja kommunulæknastørv er í dag
Freistin at søkja kommunulæknastørv er í dag
Sjey kommunulæknastørv vórðu lýst leys fyrst í februar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kommunulaekni_0.png?itok=CKbAxqr2)
Freistin at søkja tey sjey kommunulæknastørvini er úti á middegi
18.02.2021 - 09:09
Umsóknarfreistin til tey sjey kommunulæknastørvini, sum Heilsutrygd lýsti leys fyrst í februar, er á middegi í dag.
Í Norðoya læknadømi er eitt starv leyst at søkja. Í Suðuroyar læknadømi eru trý størv leys at søkja; tvey á Tvøroyri og eitt í Vági.
Í Skálafjarðar læknadømi eru tvey størv leys at søkja, eitt í Runavík og eitt á Strondum, fyribils, tí arbeitt verður við at savna læknarnir í Skálafjarðar læknadømi í Heilsudeplinum í Runavík.
Og í Vestmanna læknadømi er eitt kommunulæknastarv leyst, tað er í Kollafirði.
Ymiskt er, hvussu nógv fólk eru knýtt at viðtalunum. Tey eru 1.000 í Vági og 1.750 í Klaksvík.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV