- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búnaðarstovan fríkent festaran í Oyndarfirði
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/festarin.jpg?itok=zv2uD-Vm)
Búnaðarstovan hevur fríkent festaran, Hans Kristian Abrahamsen, sum hevur eitt festi í Oyndarfirði, og sum í fjør varð skuldsettur fyri at misrøkja festið.
Talan er ikki um eitt mál um misrøkt, sigur Búnaðarstovan í boðum til festaran. Og tí er málið lokað, skrivar Búnaðarstovan.
Munandi færri seyðir
Í tíðindaskrivi sigur festarin, at hann yvirtók festið í Oyndarfirði í juli 2019, og tá vísti tað seg millum annað, at munandi færri seyðir vóru í haganum, enn upplýst var frammanundan. Eisini vísti tað seg, at seyðurin var ringur at fáast við, og fleiri ær høvdu nógvar pesjur, og høvdu helst ikki verið í rætt í fleiri ár.
Allar ærnar, sum komu í rætt, fingu heilivág sum fyriskrivað er, men nógvur seyður gekk eftir í haganum, og tað var av hesum seyðinum, sum ikki hevði fingið heilivág, og heldur ikki var komin at fáa sær at eta, at fleiri vóru deyðar, skrivar festarin.
Fleiri ær, sum vóru komnar í rætt máttu avlívast, tí tær fóru ikki upp í vekt, hóast tær blivu væl fóðraðar. 69 prosent av lombunum, sum vórðu flett í 2019, vigaðu niðan fyri 24 pund, og hvør gørn var full av bendilormi. Harafturat var nógv lús á seyðinum.
Fylgt øllum mannagongdum
Síðani 18. mai í fjør hevur Búnaðarstovan fylgt við festinum, og nú hevur Búnaðarstovan endaliga staðfest, at núverandi festari hevur fylgt øllum mannagongdum, og at seyðurin er væl handfarin. Búnaðarstovan ger tí ikki meira við málið.
Lombini á festinum, sum vórðu flett í heyst, vigaðu í miðal umleið fimm pund meira, enn miðalvektin var á lombunum í 2019, skrivar festarin.