- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava tvískattavtalur og hagtøl
Ov fáar tvískattaavtalur og ov fá hagtøl eru eitt haft um beinini hjá shippingvinnuni í Føroyum.
Tað stendur í ársfrágreiðingini hjá Reiðarafelagnum fyri handilsskip fyri 2020.
Tvískattaavtalur eru neyðugar fyri, at føroysk reiðarí kunnu vera kappingarfør og bjóða seg fram kring allan heimin.
Føroyar hava nakrar fáar tvískattaavtalur, men eingin er komin aftrat seinastu mongu árini.
Í november í fjør bað Reiðarafelagið fyri handilsskip løgmann, landsstýrismannin í fíggjarmálum og landsstýrismannin í vinnumálum koma á fund um tvískattaavtalur.
Eftir fundin sendi felagið landsstýrinum ein raðfestingarlista, sum Fíggjarmálaráðið skuldi hyggja at.
1400 fólk í vinnuni
Hagtølini, sum siga, hvussu nógvar shippingtænastur verða útfluttar, eru ikki dagførd síðani 2017, sigur Reiðarafelagið fyri handilsskip.
Nú arbeiða yvir 1.400 fólk í shippingvinnuni í Føroyum, 273 á landi og 1.181 á skipunum, minna helvtin, 504, eru føroyingar.
15 feløg eru í Reiðarafelagnum fyri handilsskip. Tey eiga 73 skip.
Umsetningurin ein milliard
Umsetningurin er yvir eina milliard krónur um árið.
Reiðarafelagið fyri handilsskip fer nú undir samráðingar við manningarfeløgini um nýggjar sáttmálar fyri teir, sum fara úr gildi 1.mars.
Níggju sáttmálar eru.