153 skrivað undir mótmæli frá festaranum

153 skrivað undir mótmæli frá festaranum
Tórshavnar býráð fer nú at viðgera mótmælini móti serstøku byggisamtyktini fyri Fossdalsgjógv, har ætlanin er at byggja matstovu
Páll Djóni á Steinum, bóndi, hevur savnað 153 undirskriftir móti ætlanini at broyta serstøku byggisamtyktina fyri Fossdalsgjógv. Onnur mómtæla eisini
 
16.02.2021 - 14:26

Nøkur mótmæli eru komin, nú Tórshavnar býráð hevur samtykt at gera serstaka byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv við Velbastað.

Býráðið í Havn samtykti 17.desember í fjør uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt, tí Gist og Vist ætlar at byggja matstovuna Koks við gjónna.

Freistin at mótmæla var úti í gjár.

153 undirskriftir

Undir tí eina mótmælinum, sum Páll Djóni á Steinum, festari í Fossdali, tók stig til, eru 153 undirskriftir. Páll Djóni á Steinum hevur eisini mótmælt sjálvur.

Eitt mótmæli er frá Kára Thomsen og eitt frá Bóndafelagnum.

Býráðið skal nú viðgera mótmælini. 

Uppskotið um at broyta byggisamtyktina verður síðani saman við mótmælunum sent Býarskipanarnevnd landsins, sum ger tilmæli til landsstýrismannin í kommunumálum, Helga Abrahamsen. Hann tekur síðani avgerðina um byggisamtyktina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944