Útflyta laks við skipi

Útflyta laks við skipi
Íslendska skipafelagið Eimskip fer nú at flyta feskan laks úr Føroyum og Íslandi til USA og Kanada
 
11.02.2021 - 07:23

Felagið fer síðst í februar at skipa so fyri, at siglingin til USA og Kanada tekur minni tíð, so til ber at sigla við ófrystari vøru. Ferðaætlanin verður broytt, so skipini leggja at í færri havnum á leiðini vestur.

Í fyrsta umfari verður talan um laks, men seinni verða annar fiskur og aðrar vørur eisini flutt. Eimskip fer eisini at leggja dent á umhvørvisvinaligan flutning.

Vilhelm Már Þorsteinsson, forstjóri í Eimskipi, sigur í tíðindaskrivi, at flutningur við skipi gevur minni CO2-útlát enn flutningur við flogfari.

Sambært honum er munurin øgiliga stórur. Eitt tons, sum verður flutt við skipi og bili, gevur 95 prosent minni útlát enn flutningur við flogfari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497