- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjórænaraskipið í Nólsoy longu sokkið
Sjórænaraskipið í Nólsoy longu sokkið
Skipið, ið skuldi brúkast sum upplivingardepil, sakk mánamorgunin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/img_9170.jpeg?itok=EXXBPATU)
Myndir og video: Uni L. Hansen
11.02.2021 - 13:48
Ein sluppungi, ið varð sleipaður til Nólsoyar úr Klaksvík 30. januar, og sum skuldi brúkast sum upplivingardepil, er longu sokkin við bryggju í Nólsoy.
Ætlanin var annars, at fólk í bygdini skuldu umbyggja sluppungan til sjóranaraskip til børn og barnslig vaksin, men hetta verður av ongum.
Í øllum førum ikki fyribils. Sluppungin, sum varð bygdur í Havn í 1919, sakk mánadagin. Í løtuni er óvist, hví sluppungin longu er sokkin.
IMG_9175
IMG_9181
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV