Løgmaður: Trygdarráðið tekur onga avgerð

Løgmaður: Trygdarráðið tekur onga avgerð
Løgmaður og tveir landsstýrismenn manna trygdarráðið í Tinganesi
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at trygdarráðið í Tinganesi skal kunna seg um trygdarpolitisk viðurskifti
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.02.2021 - 10:15

Nýggja trygdarráðið, sum løgmaður hevur sett á stovn, skal kunna seg um og viðgera trygdarpolitisk viðurskifti, men fer ikki at taka beinleiðis avgerðir á økinum.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari til munnligar fyrispurningar frá Høgna Hoydal úr Tjóðveldi. Høgni Hoydal spurdi millum annað um, hvørjar uppgávur og heimildir nýggja trygdarráðið hevur.

Løgmaður sigur, at trygdarráðið hevur við sær, at landsstýrið í størri mun fer at fáa loyniliga vitan um trygdar- og verjumál, og at tað situr ein bólkur í landsstýrinum, sum hevur til uppgávu at halda seg kunnaðan um trygdarpolitisk viðurskifti.

Landsstýrismaðurin tekur formligu avgerðirnar

Tað er tó framvegis landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, sum varðar av og tekur formligar avgerðir á økinum eftir at hava tikið løgtingið við uppá ráð, sambært stýrisskipanarlógini.

Í trygdarráðnum sita løgmaður, landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, umframt nøkur embætisfólk.

Trygdarráðið er ein avleiðing av spentu støðuni millum tey trý stórveldini USA, Russland og Kina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805