Virðisbrøv góvu 75 mió. kr. í avkasti

Virðisbrøv góvu 75 mió. kr. í avkasti
Tá COVID-19 rakti, fullu virðisbrøvini nógv í virði, sigur Landsbankin
Síðani 2016 hevur miðalavkastið av landskassans gjaldføri verið 2,7 prosent, ella 80 milliónir krónur um árið
 
10.02.2021 - 09:38

Landskassin fekk 75 milliónir krónur í avkasti av gjaldførinum í fjør. Tað svarar til 1,91 prosent. Tá COVID-19 rakti, fullu virðisbrøvini nógv í virði, sigur Landsbankin.

Íleggjarar seldu burtur av váðafúsu virðisbrøvunum, partabrøvunum, fyri heldur at fara yvir í meira trygg brøv, so sum statslánsbrøv og realkredittlánsbrøv. 

Um hetta mundið var avkastið hjá landskassanum minus 7,8 prosent. Men tá árið endaði, var avkastið komið upp á pluss 1,91 prosent.

Síðani 2016 hevur miðalavkastið av landskassans gjaldføri verið 2,7 prosent, ella 80 milliónir krónur um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949