ES-forkvinnan: Mistøk gjørd í koppingarætlanini

ES-forkvinnan: Mistøk gjørd í koppingarætlanini
Ursula von de Leyen sigur, at ES undirmetti trupulleikan at hópframleiða koppingarevni
Ursula von der Leyen er forkvinna í ES-nevndini. Hon viðgongur, at okkurt kundi verið gjørt øðrvísini í koppingartilgongdini
 
10.02.2021 - 16:04

Við fáum undantøkum hevur forkvinnan í ES-nevndini vart koppsetingarætlanina hjá ES. Men í orðaskifti í ES-tinginum viðgekk Ursula von der Leyen, at okkurt kundi verið gjørt øðrvísi.

- Mistøk eru gjørd í felags koppingarætlanini í ES, viðgongur hon.

Millum annað er trupulleikin av hópframleiddum koppingarevni undirmettur.

- Vit eru framvegis ikki har, sum vit vilja vera. Vit vóru sein at góðkenna koppingarevni, ov bjartskygd í sambandi við hópframleiðslu og alt ov viss um, at vit fingu tað, sum vit høvdu bílagt, til tíðina, segði von der Leyen.

Framleiðslutrupulleikarnir, sum heilivágfyritøkur hava boðað frá seinastu vikurnar, hava fingið nógv at ivast í avgerðina hjá ES at keypa koppingarevni til øll limalondini í einum.

Skulu halda avtaluna

Von der Leyen minti á, at tey, sum framleiða koppingaevni, skulu halda tað, sum er avtalað.

- Vit skilja fullvæl avbjóðingarnar, sum eru við at hópframleiða koppingarevni. Men Evropa hevur rindað milliardir í forskoti fyri at menna framleiðsluorkuna, og vit hava heitt á limalondini um at leggja koppsetingina til rættis. Og tí mugu vit vita.

Forsetin í ES-nevndini tvíheldur um málið, at 70 prosent av vaksna fólkinum skulu vera koppsett fyri summarfrítíðina.

Sambært Von der Leyen er tað treytað av, at veitararnir eru førir fyri at menna nýggj koppingarevni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805