- Tíðindi, mentan og ítróttur
Suni heldur fram sum formaður
Suni heldur fram sum formaður
Eingin annar stillar upp til formansvalið á aðalfundinum hjá Føroya handverkarafelag
03.02.2021 - 09:46
Suni Simonsen heldur fram sum formaður í Føroya handverkarafelag næstu fýra árini.
Eingin annar stillar upp til formansvalið á aðalfundinum hjá felagnum.
Suni Simonsen hevur verið formaður í Føroya handverkarafelag síðani 2013.
Áðrenn hann gjørdist formaður, var hann í stjórnini hjá felagnum, millum annað var hann næstformaður.
Føroya handverkarafelag roynir at fáa sáttmála fyri kokkar og fólk við útbúgving í handverksvinnuni á matstovum og í gistingarhúsum.
Felagið hevur eisini samráðingar um sáttmálarnar við Kommunala arbeiðsgevarafelagið, SEV og IRF, sum fóru úr gildi 1.oktober 2020.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV