Kommunurnar fingu minni í skatti í januar

Kommunurnar fingu minni í skatti í januar
Bara níggju av teimum 29 kommununum fingu meira í skatti
Kommunurnar fingu 153 milliónir krónur í skatti í januar
 
03.02.2021 - 16:21

Kommunurnar fingu 3,7 prosent minni í persónsskatti í januar enn í januar í fjør, vísa fyribilstøl frá TAKS.

Kommunurnar fingu 153,3 mió. kr. í skatti, samanborið við 159,2 mió. kr. í fjør.  Tað eru 5,9 mió. kr. minni,  ella 3,72 prosent.

Flestu kommunur hava fingið minni í skatti í ár.

Av teimum stóru kommununum, fekk Tórshavnar kommuna 1,54 prosent minni, Klaksvíkar kommuna 11,25 prosent minni, Eysturkommuna 4,20 prosent, Sunda kommuna 2,21 prosent, Vága kommuna 2,83 prosent, og Fuglafjarðar kommuna fekk 5,1 prosent minni skatti.

Níggju fingu meira

Bara níggju av teimum 29 kommununum í landinum hava fingið meira í skatti. Fýra kommunur høvdu meira enn eitt prosent vøkstur í januar. Tær eru Fugloyar, Nes, Eiðis og Skúvoyar kommunur.

Landið fekk eisini minni inn í skatti í januar 2021 enn í januar í fjør. Tilsamans komu 3,75 mió. kr. minni inn í skatti. Tað svarar til 2,75 prosent minni.

Eftirlønarskatturin vaks hinvegin útvið fimm prosent, frá januar í fjør til januar í ár. Eftirlønarskatturin er partur av fíggingini av eldraøkinum, sum kommunurnar varða av.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949