- Tíðindi, mentan og ítróttur
Helvtina færri skúlar
Helvtina færri skúlar
Síðani hálvtrýssini er næmingatalið í føroyska fólkaskúlanum trífaldað, hóast tað eru helvtina færri skúlar nú
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20150910_gjord_ord_avduka_ordblindni_ok_8.jpg?itok=-ayfwG1C)
03.02.2021 - 08:16
Hóast skúlarnir eru helvtina færri nú, er næmingatalið í fólkaskúlanum trífaldað.Skúlablaðið skrivar, at gongdin síðan hálvtrýssini hevur verið tann, at skúlarnir eru meira enn helvtina færri nú.
Men næmingatalið er í miðal fyri hvønn skúla trífaldað. Í hesum skúlaárinum eru 6.781 næmingur í fólkaskúlanum.
41 fólkaskúlar eru og tríggir frískúlar, sum hava 195 næmingar. Í 2010 vóru 29 skúlar, sum høvdu 50 næmingar ella færri.
Nú eru teir 18. Í 1955 vóru 94 skúlar og miðalnæmingatalið 56. Nú eru fólkaskúlarnir 41 og næmingatalið 166 í miðal, skrivar Skúlablaðið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV