- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsurøktarafelagið nýggjan sáttmála
Heilsurøktarafelagið nýggjan sáttmála
Sáttmálin er galdandi í trý ár
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/heilsuroktarar.jpg?itok=yj7QOaJt)
Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, skrivaðu undir nýggja sáttmálan í gjár
03.02.2021 - 09:16
Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið gjørdu í gjár sáttmála, sum líkist tí, sum varð gjørdur við Kommunala arbeiðsgevarafelagið fyri hálvum ári síðani.
Talan er um sáttmála, sum er galdandi í trý ár.
Lønin hækkar 2,56 prosent 1.oktober 2019, 2,05 prosent 1.januar í ár og 1.oktober í ár hækkar lønin 1,25 prosent.
Broytingar eru gjørdar, sum gera, at sjúkrahjálparar koma upp á 24.lønarstig.
Og nakrar viðbøtur eru hækkaðar nakað og víðkaðar, so tær umfata fleiri limir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV