Føroysk koronugransking í vísindaligum tíðarriti

bannari
Føroysk koronugransking í vísindaligum tíðarriti
11 granskarar í Føroyum hava skrivað greinina í Emerging Infectious Diseases
Marnar Fríðheim Kristiansen er høvuðsrithøvundur í greinini um koronugranskingina í Føroyum
 
01.02.2021 - 13:45

Ein vísindalig grein aftrat um føroyska koronugransking er givin út, hesaferð í tíðarritinum Emerging Infectious Diseases. Eitt toymi við 11 granskarum í Føroyum hevur fingið nýggju greinina um koronusjúkuna í vísindaliga tíðarritið.

Føroyar vóru eitt av heimsins fyrstu londum, har tað eydnaðist at basa fyrstu bylgjuni av koronusjúkuni, tá ið 187 tilburðir vórðu staðfestir millum 3. mars og 22. apríl 2020.

Tíðliga varð nógv lagt fyri at kanna og smittuspora, og saman við partvísari afturlating av samfelagnum, eydnaðist at fáa bilbugt við smittuni.

Skrásettu smittuslóðir

Smittuslóðir vórðu neyvt skrásettar við at tosa við sjúklingar um sambandið við onnur, og serliga varð dentur lagdur á at finna fram til, hvaðani tey kundu havt fingið smittuna.

Sonevnd super-útbreiðsla var eyðsýnd, tí tey flestu í øðrum liði kundu sporast aftur til bara trý smittað fólk.

Marnar Fríðheim Kristiansen, sum er ein av granskarunum í toyminum, skrivar soleiðis á Twitter:

Í toyminum, sum hevur skrivað vísindaligu greinina, eru 11 granskarar.

Marnar F. Kristiansen, sum er høvuðsrithøvundi, Bodil H. Heimustovu, Sanna á Borg, Tróndur Høgnason Mohr, Hannes Gislason, Lars Fodgaard Møller, Debes H. Christiansen, Bjarni á Steig, Maria Skaalum Petersen, Marin Strøm og Shahin Gaïni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878