AstraZeneca er góðkent, men hvør fær í Danmark

bannari
AstraZeneca er góðkent, men hvør fær í Danmark
ES-nevndin góðkendi í gjárkvøldið koppingarevnið frá AstraZenica eftir at evropiski heilivágsstovnurin hevði góðkent tað fyrr í gjár
 
30.01.2021 - 13:15

Tískil kunnu ES limalondini nú far undir at koppseta við koppingarevninum. Í løtuni væntar danski serumsstovnurin at tey fara undir koppseting við hesum koppingarevninum í viku 6, tvs. 8. februar. Men sambært DR, skulu donsku heilsumyndugleikarnir fyrst taka støðu til, hvør kann fáa AstraZeneca-koppingarevnið. 

Týskland var eitt av londunum, sum ivaðist í, um tað var nóg mikið av vitan til at koppseta tey, sum eru eldri enn 65 ár, men ES hevur góðkent koppingarevni til øll 18 ár og eldri.

Stjórin í danska heilivágsstýrinum, Thomas Senderovitz, sigur við DR, at danska heilsustýrið nú skal avgerða, hvussu tey brúka koppingarevnið, og at tað fer at vera brúkt, hóast onkur ivamál hava verið, tí hetta koppingarevnið virkar, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946