- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvissa um koppingarevni ávirkar eisini Føroyar
Evropeiski heilivágsstovnurin, EMA, fer væntandi at góðkenna koronukoppingarevnið frá AstraZeneca í dag.
Men tað eru ábendingar um, at góðkenningin verður avmarkað.
Jens Spahn, týski heilsumálaráðharrin, væntar, at koppingarevnið frá AstraZeneca verður ikki góðkent til fólk, sum eru yvir 65 ár, sigur hann við AFP-tíðinastovuna.
Tá ið evropeiski heilivágsstovurin hevur góðkent koppingarevnið, skal ES-nevndin eisini góðkenna tað, áðrenn tað kann brúkast í ES-londum.
Harður orðadráttur hevur verið millum ES og AstraZeneca seinastu tíðina, tí óvissa tók seg upp, hvussu nógvar skamtar AstraZeneca megnar at lata ES í fyrsta ársfjórðingi.
Ávirkar eisini Føroyar
Tí er eisini óvist, nær koppingarevnið hjá AstraZeneca kemur til Føroya, sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari.
Orsøkin er tann sama, at AstraZeneca ikki megnar at lata nøgdirnar, sum avtalað var við ES.
Hjalti Gunnarstein sigur eisini, at tann upprunaliga koppsetingarætlanin, sum var í 6-8 vikur, er ikki galdandi longur.
Orsøkin er, at tey fáa bara at vita frá danska heilsustýrinum, hvussu veitingarnar vera næstu 14 dagarnar, tí so stór óvissa er um, hvussu nógv koppingarevni heilivágsfyritøkurnar kunnu lata.
Hjalti Gunnarstein væntar tó nýggja veiting frá Pfizer/BioNTech í næstu viku, sum er nóg mikið til at koppseta millum 1100 og 1300 fólk, og aftur eina veiting vikuna eftir.
Eftir hetta er tó óvist nær meira kemur.
Hjalti Gunnarstein sigur tó, at hann væntar, at størri ferð kemur á koppsetingina í mars og apríl, tí tá koma koppingarevnini frá AstraZeneca og Moderna í størri nøgdum.