- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur leiðari í Javna
Nýggjur leiðari í Javna
Marjun Olsen Lützen tekur við starvinum mánadagin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/javni_0.png?itok=WgrnEXlx)
29.01.2021 - 14:04
1. februar tekur Marjun Olsen Lützen við starvinum sum dagligur leiðari hjá Javna.
Marjun Olsen Lützen er 39 ára gomul.
Hon hevur tikið BA-útbúgving í altjóða viðurskiftum og sosiologi í London og cand.mag. í mentan, samskifti og alheimsgerð á universitetinum í Aalborg.
Marjun Olsen Lützen hevur fyrr starvast sum samskipari í Byggiharrasamtaki Føroya og skrivari/fulltrúi á Sendistovu Føroya í Brússel.
At arbeiða við viðurskiftum á brekøkinum verður ein nýggj avbjóðing hjá henni, sigur Javni í tíðindaskrivi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV