- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biðja um atlimaskap í WHO
Føroyar fara nú at biðja um atlimaskap í heimsheilsustovninum, WHO.
Tað varð samtykt á landsstýrisfundi fyrr í vikuni, og umsóknin verður send inn nú, so hon kann viðgerast á aðalfundinum í WHO í mai.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at atlimaskapur í WHO fer at styrkja føroyska heilsuverkið á øllum mótum. Koronufarsóttin ger tað meira viðkomandi at biðja um limaskap nú, sigur hann.
- Limaskapurin fer m.a. at tryggja okkum skjóta kunning frá fyrsta degi, tá farsóttir brádliga taka seg upp, og í framtíðini verður eisini lættari at gera vart við føroysk úrslit og gransking, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Arbeitt við málinum í nøkur ár
Fyrstu stigini at biðja um atlimaskap í WHO vórðu tikin fyri nøkrum árum síðani.
Í 2919 hevði Sirið Stenberg, sum tá var landsstýriskvinna í heilsumálum, fund við WHO í Evropa. Síðani gjørdi danska ST-sendistovan í Geneve eina lýsing av, hvørjar møguleikar er fyri tættari samband millum heimsheilsustovnin og Føroyar.
Heilsumálaráðið hevur tikið stig til at biðja um atlimaskap í WHO.
Av tí at talan formliga er um uttanríkismál, er tað Uttanríkis- og mentamálaráðið, sum sendir umsóknina til Danmarkar. Danmark sendir síðani, vegna Føroyar, umsóknina til WHO.
30.000 kr. í limagjaldi
Við atlimaskapinum fylgja somu skyldur, sum lond, ið hava fullan limaskap, hava, men limagjaldið verður væntandi einar 30.000 kr. um árið. Aftrat hesum koma útreiðslur í sambandi við fundir og annað.
Bert fullveldi kunnu fáa fullan limaskap í WHO og øðrum felagsskapum undir ST, men Føroyar og onnur lond og øki, sum hava avmarkað sjálvstýri, kunnu fáa atlimaskap. Hann gevur atgongd til allar nevndarfundir, aðalfundin hjá felagsskapinum og eisin talurætt.
Eisini ber til at koma við uppskotum, men atlimir hava ikki atkvøðurætt á fundum í WHO.
Hoyr samrøðu við Kaj Leo Holm Johannesen í útvarpstíðindunum