Uppskot um autismuheim komið í løgtingið

Uppskot um autismuheim komið í løgtingið
Heimið í Kvíggjartúni á Argjum skal kosta í mesta lagi 39 mió. kr.
Sambært nýggju verkætlanini skal autismuheimið á Argjum ikki kosta meira enn 39 mió. kr.
 
28.01.2021 - 09:03

Lógaruppskotið um heimið til børn og ung við autismu, sum skal byggjast í Kvíggjartúni á Argjum, er komið í løgtingið.

Uppskotið sigur, at heimið má í mesta lagi kosta 39 mió. kr.

Málið er nøkur ára gamalt.

Í lóg frá apríl 2018 vóru 29 mió. kr. Men tað var alt ov lítið.

Endaði á 39 mió. kr.

Tá verkætlanin varð boðin út í januar í fjør, var kostnaðarmetingin 41 mió. kr. 

Og tá tilboðini komu, fór prísurin upp um 56 mió. kr.   

Landsstýriskvinnan í almannamálum tók ikki av nøkrum tilboði.

Nýggj verkætlan varð gjørd og boðin út. Og nú ber til at byggja fyri 39 mió. kr.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417