- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mest seldi bilurin í heiminum
Toyota var heimsins mest selda bilmerki í 2020. Hetta er fyrstu ferð í fimm ár, at Toyota er ovast á listanum yvir seld bilmerki kring heimin, skrivar tíðindastovan hjá Reuters.
Volkswagen hevur verið heimsins mest selda bilmerki, men týska fyritøkan varð harðari rakt av koronu-farsóttini enn Toyota, sum hóast eina afturgongd í sølu upp á 11,3 prosent bleiv heimsins mest selda bilmerki í 2020.
Afturgongdin hjá Volkswagen í 2020 var 15,2 prosent. At Toyota ikki hevði eins stóra afturgongd og Volkswagen í 2020 kemst serliga av, at koronufarsóttin ikki hevur rakt japanska og asiatiska marknaðin sum heild so hart sum tann evropeiska og amerikanska marknaðin.
Toyota-fyritøkan sigur eisini, at 23 prosent av seldu Toyota-akførunum í 2020 vóru elbilar. Í 2019 var hetta talið 20 prosent.