- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tingmaður: Øll skulu hava barnaváttanir
Tingmaður: Øll skulu hava barnaváttanir
Løgtingsmaður vil hava tingið at biðja landsstýrið um sum skjótast at gera lógaruppskot um barnaváttan
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hjunaskilnadur-born-kynslig-misnytsla.jpg?itok=eMN6Cq72)
28.01.2021 - 06:41
Øll, sum arbeiða við børnum undir 15 ár, eisini tey, sum gera tað sjálvboðin, skulu hava barnaváttan.
Tað heldur Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður, sum vil hava tingið at biðja landsstýrið um sum skjótast at gera lógaruppskot um barnaváttan.
Málið viðgjørt áður
Ein slík barnaváttan staðfestir, at tann, sum hana hevur, ikki er dømdur ella dømd fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á børn.
Djóni Nolsøe Joensen sigur, at í Danmark, sum vit ofta samanbera okkum við, hevur barnaváttan verið kravd síðani 2005.
Barnaváttanin var eisini í løgtinginum í 2012. Men eingin lóg er komin, sum krevur slíka váttan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV