Arbeiðsgevarafelagið ikki so fegið um broytingar

Arbeiðsgevarafelagið ikki so fegið um broytingar
Føroya arbeiðsgevarafelag ivast í broytingini, sum landsstýrismaðurin í mentamálum ætlar at gera í lógini um miðlastuðul
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
27.01.2021 - 06:44

Arbeiðsgevarafelag heldur, at stuðul til vinnuligt virksemi ikki er heppin og hevur ofta ótilætlaðar avleiðingar.

Í hesum føri kann miðlastuðulin seta óheftnið hjá miðlunum í vanda. Endamálið við broytingini í miðalstuðlinum er at gera journalistikkin betri.

Men Arbeiðsgevarafelagið ivast í, um broytingin ger tað. Søkjast skal, sambært lógarbroytingini, um stuðul til verkætlanir.  

Stuðulin í grannalondunum kannast fyrst

Arbeiðsgevarafelag sær ikki, hvussu verkætlanararbeiði skal styrkja redaktiónina hjá miðlunum. Og málið, sum verkætlanin er um, kann vera blivið óaktuelt, tá svarið um stuðul endiliga kemur.

Føroya arbeiðsgevarafelag heldur, at landsstýrismaðurin í mentamálum eigur at umhugsa at eftirmeta miðlastuðulsskipanina saman við miðlunum og kanna, hvussu miðlastuðulin í grannalondunum er skipaður.

Felagið heldur eisini, at miðlastuðulsnevndin, sum viðger umsóknirnar, eigur at vera óheft politiskt. Og umsitingin hjá miðlastuðlinum eigur í einum og øllum at vera óheft av umsitingini í Mentamálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049