Torført at útflyta fisk til ES gjøgnum Bretland

Torført at útflyta fisk til ES gjøgnum Bretland
1. apríl fara bretskir myndugleikar at krevja heilsuváttan fyri føroyskar fiskavørur, sum verða útfluttar til Bretlands
1. apríl krevur Bretland, at heilsuváttan skal fylgja við føroyskum fiskavørum, sum verða útfluttar til Bretlands
 
25.01.2021 - 15:36

Brexit ger tað torførari at flyta út fiskavørur og annað um Bretland til ES. 

Bretland er í løtuni eitt triðjaland samanborið við ES, og tað ger tað truplari at senda fiskavørur til ES-lond gjøgnum Bretland, eitt nú til Írlands og Fraklands, skrivar Vinnuhúsið. 

Handilsavtalan millum Føroyar og Bretland tryggjar, at tollviðurskiftini fyri føroyskar og bretskar vørur eru nakað tey somu sum fyri 1. januar. Tó eru aðrar forðingar komnar undan kavi. 

Vit hava fríhandil

Føroyar hava fríhandilsavtalu við Bretland, sum er ógvuliga lík fríhandilsavtaluni millum Føroyar og ES. 

Tá ið Bretland for úr ES um ársskiftið, kom henda fríhandilsavtalan í gildi, og sostatt kunnu Føroyar framvegis útflyta til og innflyta úr Bretlandi eftir nøkulunda somu tollreglum sum fyrr, við fáum undantøkum, skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum.

Okkara avtalur við ES tryggja okkum, at tað ikki er neyðugt við heilsuváttanum, tá ið fiskavørur verða útfluttar til ES.

Broytingar 1. apríl

Men 1. apríl verður hetta ikki galdandi longur. Tá krevja bretskir myndugleikar heilsuváttan fyri føroyskar fiskavørur, sum verða útfluttar til Bretlands, og hetta fer so at skapa meira umsiting, skrivar Vinnuhúsið.

Harumframt kunnu fiskavørur til Bretlands frá 1. juli í ár bara koma inn til støð, sum hava serliga marknaeftirlitsstøð, har tað ber til at gera váðagrundað eftirlit av vørunum.

Tað er tó ikki einans útflutningurin, sum verður ávirkaður av Brexit. Eisini í vøruinnflutninginum til Føroya úr Bretlandi eru ymisk teknisk viðurskifti, sum skapa ivamál hjá innflytarunum, og gera tað truplari at innflyta vørur úr Bretlandi, skrivar Vinnuhúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497