- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kæra um stjórasetan skal viðgerast av nýggjum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20141010_tjodleikshus_a_skalatrod_116.jpg?itok=Z21x6J6_)
Uttanríkis- og Mentamálaráðið er biðið um at viðgera kæruna um stjórasetanina á Tjóðpallinum av nýggjum.
Ráðið hevur eisini fingið átalu fyri, hvussu tað handfór kæruna um setanina.
Løgtingsins umboðsmaður heldur, at aðalráðið hevði ikki allar neyðugar upplýsingar í málinum fyri at staðfesta, at Leiklistaráðið hevði tikið saklig atlit í sambandi við, at nýggjur stjóri varð settur á Tjóðpallinum.
Leikarafelag Føroya kærdi stjórasetanina til Løgtingsins umboðsmann.
Fyrst kærdi felagið til Uttanríkis- og Mentamálaráðið, men fekk ikki viðhald har.
Uttanríkis- og mentamálaráðið viðgjørdi kæruna hjá Leikarafelagnum uttan at hava sæð umsóknir, innstilling, fullfíggjaðar fundarfrágreiðingar og annað.