Forsetin í Meksiko fingið koronu

Forsetin í Meksiko fingið koronu
Meksiko ætlar at fáa koppingarevni úr Russlandi, tí tað er torført at fáa koppingarevni frá Pfizer
Andrés Manuel López Obrador, forseti í Meksiko, hevur fingið koronu og tekur heilivág
 
25.01.2021 - 10:21

Forsetin í Meksiko, Andrés Manuel López Obrador, kunngjørdi í gjár, at hann hevur fingið koronu.

- Sjúkueyðkennini eru mild, men eg fái heilivág fyri koronu, sigur 67 ára gamli forsetin í boðum á sosialum miðlum.

Boðini komu stutt eftir, at tað gjørdist greitt, at López Obrador í dag skal tosa við russiska forsetan, Vladmir Putin, um at keypa russiska koppingarevnið fyri koronu, Sputnik.

Hetta koppingarevnið er ikki góðkent í Meksiko.

Men torført við at fáa koppingarevnið frá Pfizer til landið, og Mekisko skal hava russiska koppingarevnið til at taka, tá ið landið ikki fær koppingarevnið frá Pfizer.

Meksiko hevur skrásett sløk 150.000 andlát í sambandi við koronu, og fleiri enn 1,7 milliónir smittutilburðir eru staðfestir higartil. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946