Magn ikki til sølu - hóast alt

Magn ikki til sølu - hóast alt
Tað sigur íslendska oljufelagið, Skeljungur, sum eigur allan partapeningin í Magn, í stuttari fráboðan, skrivar Dimmalætting
Orkufelagið, Magn, er ikki til sølu hóast alt, sigur íslendski eigarin, Skeljungur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.01.2021 - 12:13

Fyri einari viku síðani frættist annars, at orkufelagð, Magn, skuldi seljast, men nú avsannar Skeljungur tíðindi um, at Magn skal seljast.

– Tíðindini um, at dótturfelagið hjá Skeljungur, P/f Magn, er í holt við at verða selt, eru ikki sonn.

Tað segði íslendska oljufelagið í stuttari fráboðan í gjár, sum heimasíðan hjá Morgunblaðnum endurgevur. Skeljungur avsannar eisini, at felagið er í holt við at umskipa seg.

Men í einari samrøðu við vinnublaðið hjá Morgunblaðnum fyrr í januar segði Jón Ásgeir Jóhannesson, nevndarformaðurin í Skeljungur, at ein søla av dótturfelagnum í Føroyum var ein møguleiki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497