- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsroknskapurin tekur tíð

Nevndin fekk uppskotið til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarum eftir fyrru viðgerðina, sum var í løgtinginum 20.november.
Nú hevur Fíggjarnevndin biðið um - og fingið - freist til 5.februar at koma við áliti.
56 viðmerkingar og átalur
Løgtingsgrannskoðararnir hava grannskoðað landsroknskapin fyri 2019 við støði í frágreiðingum frá Landsgrannskoðanini og privatum grannskoðarum.
Teir hava 56 viðmerkingar og átalur, onkrar hvassar, í uppskotinum til samtyktar.
Teir átala til dømis hvassliga, at einki skipað eftirlit hevur verið fyri at halda lív í krøvunum, og at landskassin tí má avskriva slakar 161 mió.kr. í effektivum veðhaldsútreiðslum.
185,5 milliónir til innhentingar
Talan er um landskassaveðhald frá 1980unum í fiskivinnuni. Landið noyddist at leggja út 1,6 milliardir krónur, tí veðhaldini gjørdust effektiv.
185,5 milliónir krónur hjá 104 skuldarum eru til innheintingar, men 160,8 milliónir krónur eru fyrnaðar. Eftir eru 24,7 milliónir krónur hjá 45 skuldarum.
Løgtingsgranskoðararnir átala hvassliga, at ikki er forðað fyri, at landskassin missir góðar 160 milliónir krónur.