- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvalbiartunnilin seinkaður tveir mánaðir
Hvalbiartunnilin seinkaður tveir mánaðir
Nýggi Hvalbiartunnilin letur væntandi upp í apríl, sigur Sigurd Lamhauge, stjóri hjá Landsverki
22.01.2021 - 06:38
Sigurd Lamhauge sigur, at vónin var at kunna lata tunnilin upp fyri ferðslu í februar, men korona-farsóttin hevur elvt til seinkingar, millum annað hjá einum veitara av el-lutum.
Nú verður vónað, at Hvalbiartunnilin letur upp síðst í apríl, sigur Sigurd Lamhauge. Tað er framvegis næstan eitt ár áðrenn væntað.
Fyrsta skotið til Hvalbiartunnlinum var 27. juni í 2019, og 7. juli í fjør varð skotið fyri seinastu ferð. Nýggi Hvalbiartunnilin er hálvan triðja kilometur langur.
Játtanin til nýggja Hvalbiartunnilin er 272 milliónir krónur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV