- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avoldaðar lógir enn í gildi

Lógir, sum eru avoldaðar, eru framvegis í gildi í Føroyum. Ein teirra er lógin frá 1905, sum eitur "Lov sigtende til at lette Udarbejdelsen af nye Skøde- og Panteregistre på Færøerne."
Hon hevur tænt fyri seg og er óneyðug í dag, sigur Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, sum mælir til, at lógin verður strikað.
Kom fyri lóg frá 1892
Endamálið við lógini frá 1905, sum er broytt í 1909, var at tryggja og skunda undir at fullfíggja skráirnar um skeyti og veðbrøv. Lógin kom í staðin fyri eina aðra lóg, sum var frá 1892.
Í lógini, sum kom í 1905, var ásett, at innan ávísa freist var ókeypis at fáa ein ognardóm, um vísast kundi á neyðugar upplýsingar um, at viðkomandi átti ognina.
Tann freistin varð longd í 1909. Í 1962 komu føroyskar lógir um økið, sum er tinglýsing, matrikulering og sundurbýti av jørð.